Kí hevði kjansir at avgera dystin í seinna hálvleiki, men tað endaði við javnleiki ímóti B36 Skírisdag
KÍ fekk ein sjokkstart í dystinum, tí longu eftir ein hálvan minutt hevði B36 lagt seg á odda 1-0. Tað var Fróði Benjaminsen, sum skoraði málið.
Tað tók KÍ eina løtu at fóta sær, men tá okkurt um ein hálvur tími var farin, svaraði KÍ aftur. Iulian Florescu sendi eitt fríspark úr 25 metrum beint í málið, og so stóð á jøvnum 1-1.
B36 endaði fyrra hálvleik betur enn KÍ, og teir høvdu millum annað eitt skot á yvirliggjaran.
Í seinna hálvleiki hevði KÍ munin og hevði kjansir at avgera dystin. Símun kom at standa væl fyri stutt frá málinum, men hann vendi eitt sindur skeivt og traff bóltin illa, so at hann fór upp um málið. Hjalgrím hevði eisini eitt brandskot, sum fór akkurát upp um.
Skuldi nakar vinnari verið av dystinum, soleiðis sum seinni hálvleikur var, so skuldi tað verið KÍ.
KÍ hevur nú fimm stig fyri tríggjar dystir, og tað ber í hvussu so er til at fegnast um, at KÍ hevur fingið stig burtur úr øllum dystunum.




