Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fekk týðandi stig í Sarpugerði

Jákup Ósá – Myndir: Oliver

Sum vanligt fingu áskoðararnirundirhald fyri allar pengarnar, tá Víkingur og KÍ møttust ígrannauppgerð.

Hart spæl, høg leikferð ogspenningur lýsir ofta uppgerðirnar millum Víking og KÍ. Soleiðisvar eisini í dag. Tað var ikki tað vakra fótbóltsspælið, sumvar at síggja, men hinvegin løgdu leikararnir sera nógv fyri. KÍsat á øllum í fyrra hálvleiki og fekk eisini einasta málið ífyrra hálvleiki, tá Mayowa Alli og Heðin Klakstein brutu seg vælígjøgnum í vinstru síðu. Heðin legði innfyri, har HenryHeinesen skoraði til 1-0. KÍ hevði eini fýra stórar møguleikarí fyrra hálvleiki, meðan einasta vandamikla royndin hjá Víkingikom eftir hornaspark.

Í seinna hálvleiki broyttistleikgongdin. Víkingur setti seg á dystin og eitt mál lá íluftini, tá Hanus Jacobsen fekk javnað í 57. minutti. Men KÍreisti seg og fekk betri tamarhald á dystinum. Spælið bleivrættuliga hart í seinna hálvleiki og Víkingar vildu hava bæðiKenan Hajdarevic og Henry Heinesen av vøllinum við reyðum korti,meðan heimaliðið spæli so mikið hart, at 7 leikarar fingu gultkort. KÍ fekk ongan stóran møguleika í seinna hálvleiki, táteir á heimaliðnum tóktust hava meira orku eftir. Kanska tí, atKÍ hevði lagt so nógv fyri í fyrra hálvleiki, tá teir bláuvunnu teir flestu nærdystirnar. Tá so KÍ fekk góðardeyðbóltsstøður, so lógu bóltarnir alt ov illa og tí bleiv taðikki nakrantíð vandamikið í seinna hálvleiki.

Gott stig hjá KÍ

Tað er eingin ivi um, at teir áútiliðnum vóru betri nøgdir við javnleikin enn heimaliðið.Víkingur misti týðandi fet í FM stríðnum, meðan KÍ viðjavnleikinum ongan dyst tapti móti Víkingi í ár. Undan dystinumvar kanska spurnartekin sett við, um ræðuliga upplivingin mótiEB/Streymi fór at ávirka KÍ liðið, sum harafturat manglaðifleiri týðandi leikarar. Men KÍ liðið stóð royndina og serligaverjuparturin stóð fyri tað mesta væl, og tí kom Víkingur ikkitil so nógvar stórar mál møguleikar í dystinum. Samanumtikiðvar javnleikur á góðari leið fyri dystargongdina, tí liðiniáttu ein hálvleik í part og skaptu áleið eins nógvar stórarmøguleikar. Tá HB so eisini spældi javnt, so misti KÍ einki ístríðnum um 4. pláss, har avgerandi dystur verður fríggjakvøldið,tá KÍ veruliga kann nærkast HB ella missa heilt í Europa Leaguestríðnum. Tí 5 stig skilja liðini, og tí kann KÍ bæði blíva2 og 8 stig aftanfyri HB eftir dystin á Summar Festivalinum.