At KÍ hevur fingið eina stórfingna føðingardagsgávu, eru flest øll samd um. Felagshølini ella kafé’ in í gomlu Lognbrá er veruleiki, og hetta stórbara verk, gjørt í fríløtum hjá góðum monnum, ber seg væl.
Var inni á gólvinum, nú ein dagin, og fyrsti tankin sum slóg meg, var, nær opnar hetta hølið ?
Frøddist um hetta vakra og snotuliga hølið, og samdist við mær sjálvum, at leingi er tað í væl skal verða. Tá eg á fyrsta sinni kom til Klaksvíkar, slóð tað meg, at her vóru ongi høli, har okkara limir kundu savnast, áðrenn og eftir venjing.
Nú er vent í holini. KÍ eigur eini framkomin og góð hølir til sínar 500 limir. 32 lið og uml. 40 venjarar, og leiðarar afturat. Hetta kemur at hava alstóran týdning, um nú verður rætt atborið.
Fótbóltstilverðan er býtt í tveir partar – tað fótbóltsliga, og tann sosiali parturin og eigur at fylgjast hond í hond. Tú kann illa virka uttan annan partin. Higartil hevur tað verið soleiðis, at leikararnir hava møtt trúliga til venjing, og einasta stað teir hava havt at prátað í hevur verið í umklæðingarrúminum, men tey skulu jú brúkast av næsta liðnum, so tað ber ikki so væl til.
Tá illa hevur gingið í hond ein dagin á vøllinum, er hvør farin til sítt, og gjørt sær sínar tankar um tað sum er farið fram á vøllinum, og so hevur hvør í sínum lagi gjørt sína niðurstøðu. Henda støðan nýtist ikki at verða soleiðis framyvir. Nú ber til at gera eina niðurstøðu í felag, og fara út við einari vælumhugsaða niðurstøðu, sum allir standa í felag um. At tað hevur stóran týdning, munnu øll vera samd um, ikki minst hjá tí ella teimum, tað hevur gingið illa hjá. Alt hetta yvir einum kaffimunni og einum køkubita. Umframt at tað økjur um tilvitanina um fótbólt.
Eisini er tað hugaligt at vita hvør er limur í felagnum, ja, tú veit at her eru KÍ’ ararar, sum tú kennir teg sum ein partur av, og veit at her er tú altíð vælkomin. Ikki minst tað, at kunnu kenna á sær, at hetta eru vit, og hetta hølið er okkara, sum vit gera brúk av og fara væl um, so tað er gott.
Ikki minst hjá okkum venjarum er tað hugaligt at vita sær, at til ber at seta seg eftir lokna venjing, fáa brúsu, og kunna seta seg, kanska við leikarunum og fáa eitt gott prát um loknan dyst ella eina venjing, sum krevur umrøðu, meðan eyguni eru fest á vøllin, og vit síggja tær umleið 40 smágenturnar hjá Odd, vísa síni kynstur á vøllinum.
Onki er at ivast í, at hetta fer at hava týdning fyri felagslívið og fyri trivnaðin í KÍ, og gera at fótbóltslívið í KÍ gerst betri og fjálgari. Tað verður lættari at seta fólk við, sum venjarar og leiðarar til allar partar í felagnum, og ikki minst koma limirnir at kennast tvørtur um aldursbólkarnar, so ein góður felagsandi og felagsskapur er viðvirkandi til at trivnaðurin kemur í hásætið.
Ja, broyttar tíðir í Djúpumýru. Nú bíða vit í spenningini eftir hjallarahæddini, har Jórun & Jórun hava fingið betri umstøður til klæðini. Venjararnir bíða í tolni eftir betri umstøðum. Til bóltar, vestar og síni amboð, og eitt umklæðingarrúm, har teir kunnu leggja ognir sínar, meðan vant verður. Og hvør veit, kanska eitt hart tiltrongt fundarhølið og kropsvenjingarmiðstøð og so hevði fundarhøli hjá venjarunum komið til sín rætt.
Í hesum tíðum, tá framstigini eru stór, ikki minst við bergholi, so er ongin ivi um at "kappingin" móti felagnum verður stór, og er hetta eitt stórt fet rætta vegin, og lat meg at enda við, at stóra tøkk eiga tey, sum hava brúkt vetrarhálvárið til umvælingararbeiði ókeypis. Ringt kann verða at taka nakran burtur úr rúgvuni, men Anskar Hansen fari eg at loyva mær at nevna. Takk, øll somul !
Góða eydnu við hølunum !!
Annfinn Danielsen




