Árliga felagsmyndin av leikarum, venjarum, dómarum, hjálparfólkum o.ø. hjá KÍ verður avmyndað hósdagin.
Tíðindaskriv frá KÍ
Hósdagin 28. august 2008 er ætlanin at taka eina felagsmynd av øllum leikarum, venjarum, dómarum og hjálparfólkum annars í felagnum. Møtt verður á Injector Arena kl. 17.45, og skulu øll, so vítt møguligt, verða í KÍ búna, drakt, troyggju e.l.
Við vón um góða uppmøting
KÍ




