Nú er greitt, hvørjum klædnamerki KÍ fer at spæla í í 2023.
Tað hevur annars ljóðað, at KÍ fór at spæla í Hummel, men nú er greitt, at KÍ fer at spæla í Puma. KÍ spælir væntandi á fyrsta sinni í nýggja búnanum sunnudagin í stórsteypadystinum móti Víkingi. Blái liturin á búnanum er meira ljósur enn vit hava sæð KÍ spælt í síðstu árini.



