Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fer at uppraðfesta dómarapartin

Jákup Ósá

KÍ fer nú undir eitt átak at fáa dómarapartin í felagnum á eitt hægri støðið. Felagið hevur sett ein dómara samskipara, sum frameftir fer at skipa dómara viðurskiftini hjá yngru deildunum.

KÍ fer nú undir eitt átak at fáa dómarapartin í felagnum á eitt hægri støðið. Felagið hevur sett ein dómara samskipara, sum frameftir fer at skipa dómara viðurskiftini hjá yngru deildunum. Hetta verður gjørt fyri at lætta um hjá venjarum og øðrum persónum, sum frammanundan hava nokk av uppgávum. Avtala er gjørd við Eyðun Thorgeirsson fyri restina av hesum kappingarárinum um at røkja starvið. Í hesum sambandi er eisini ætlanin at fara at gera umstøðurnar og trivnaðin betri hjá teimum, ið vilja hjálpa felagnum á hesum økinum. Ætlanin er at fáa ein breiðan hóp av fólki til uppgávurnar antin at døma ella vera linjuverji, soleiðis at parturin ikki kemur at vera tungur. Í dag eru tað mong, ið gera eitt stórt arbeiði við at døma og vera linjuverjar til dystir hjá KÍ. 

Í hesum sambandi verður skipað fyri kunnandi fundi týskvøldið 6. august kl. 20.15 á loftinum í KÍ høllini beint eftir 1.deildardystin millum KÍ og B71, sum verður kl. 18.30. Har verða ætlanirnar lagdar fram um, hvussu arbeiðið verður skipað framyvir. Øll sum døma og eru linjuverjar til dystir hjá KÍ ella sum møguliga hava áhuga fyri at hjálpa til á økinum framyvir, eru vælkomin.

Felagið bjóðar okkurt leskandi og okkurt afturvið til kunnandi fundin/hugnaløtuna.

Harleyfacadeacryl