Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fer undir fótbóltsárið 2003 við nýggjum høvuðsvenjara: Jan er byrjaður í venjarastarvinum

John William Joensen

Mikukvøldið í vikuni var fyrsta venjingin hjá KÍ í fótbóltsárinum 2003, og var hetta samstundis startskotið hjá nýggja 1. deildarvenjaranum, Jan Joensen, og hjálparvenjaranum, Olgari Danielsen, ið eisini fær ábyrgdina av 2. deild hjá KÍ.

Tað var ein lítillátin, men eisini ógvuliga uppsettur, høvuðsvenjari hjá KÍ, sum vit mánakvøldið hittu í ísakalda veðrinum á vøllinum í Djúpumýru.

Hevur hugsað
nógv um fótbólt.
Hóast Jan Joensen er væl kendur millum allar norðingar sum leikari á 1. deild hjá KÍ, so hevur hann ongantíð áður roynt seg sum venjari, og hann er tí nátúrliga sera spentur upp á uppgávuna.
– Síðani eg fekk hesa uppgávuna, havi eg sjálvandi hugsað nógv um fótbólt, og saman við Olgari havi eg roynt at gjørt mær ómak við at fyrireika okkum, sigur Jan millum annað, nú vit ganga á tí glerstoytta og harða vøllinum og práta um hesa stóru uppgávuna, sum Jan hevur tikið við saman við Olgari Danielsen.

Venjingar og testir.
Sum skilst á Jan, so verða tær fyrstu venjingarnar ikki so harðar.
– Men vit taka hesar venjingarnar í januar, fyri at leikararnir skulu verða betur fyri, tá vit í næsta mánað fara at leggja meira fyri undir venjing.
– Komandi mánaðarskiftið og síðani aftur ein mánað seinni verða testir gjørdar, so vit kunnu fygja við venjingarstøðuni hjá hvørjum einstøkum leikara.

Venjingardystirnir
eru longu avtalaðir.
Jan Joensen greiðir frá, at avtalur eru fingnar í lag við 4 onnur fyrstudeildarfeløg um venjingardystir umframt Klaksvíkskappingina, sum verður tíðliga í mars mánað.
– Vit hava avtalað at leika 8 venjingardystir, sum verða ímóti B68, Skála, B36 og EB/Streymi, og um kavi og veður ikki forða tí, verður tann fyrsti venjingardysturin um hálvan februar.

Teir flestu
halda fram.
Sum skilst, ætla flestu av 1. deildarleikarunum frá í fjør at halda fram í ár, og tað er nýggi venjarin sjálvandi fegin um.
– Hópurin hjá okkum er ikki so øgiliga stórur, ásannar Jan, – men gongur tað sum ætlað, so havi eg tann positiva trupulleikan at hava fleiri enn 11 góðar leikarar til 1. deild hjá KÍ, og so skulu vit ikki gloyma, at nakrir ungir leikara eisini eru á veg inn á liðið.

Skal ikki vera lætt
at koma á 1. deild.
– Tað eigur ikki at vera lætt at koma á liðið hjá 1. deild, og sjálvandi skulu teir leikarar koma á liðið, sum hava tað uppiborið.
– Hetta verður sjálvandi ikki altíð lætt at meta um hjá okkum venjarum, men eg vóni, at vit fara at megna uppgávuna.