Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fer undir talentvenjing

John William Joensen

KÍ fer í dag undir talentvenjing fyri ungar spælarar í felagnum. Endamálið við venjingunum er at geva bestu spælarunum í felagnum eitt eyka tilboð, har teir kunnu menna seg enn meira tekniskt og taktiskt.

KÍ tekur í dag eitt nýtt stig í miðvísa ungdómsarbeiðnum í felagnum. Ein nýggj talentvenjing sær dagsins ljós, og hon skal hava við sær, at bestu spælararnir í felagnum gerast enn betri.
– Vit stíla høgt við teimum ungu spælarunum í felagnum, og vit vilja gjarna gera nakað eyka fyri teir. Talentvenjingin skal vera eitt nýtt tilboð til teir bestu spælararnar, og hetta skal verða nakað, sum allir spælararar í felagnum skulu stremba eftir at verða við í, sigur Eyðun Klakstein, ungdómsvenjari í KÍ.
Hann skal saman við høvuðsvenjaranum, Tony Paris, standa fyri talentvenjingini.
– KÍ hevur sera nógvar góðar ungar spælarar, og vit vilja gjarna hjálpa teimum at menna seg enn meira. Vit hava tilboðið, og um spælararnir hava viljan og hugburðin, so kunnu vit í felag koma langt, sigur Tony Paris, høvuðsvenjari hjá KÍ.
 
Spælararnir verða tiknir út
Talentvenjingin er fyri dreingir í aldrinum frá 12 til 16 ár, og spælarar, sum eru við á smádreingja- og dreingjaliðunum í felagnum, kunnu verða tiknir út til venjingina. Ein samlað meting verður gjørd av spælarunum, har dentur verður lagdur á tekniska støðið, spæliskil, hugburð og møguleikar at menna seg, og tað er við støðið í hesum, at spælararnir verða valdir.
16 pláss er í talentvenjingini, og til fyrstu venjingina eru 14 spælarar tiknir út. Harafturat verður eisini ein serlig málmansvenjing knýtt at talentvenjingini, og har eru tveir málmenn tiknir út.
– Vit gera nógv burtur úr venjingini av teimum ymsu liðunum, og tað fer eisini at halda fram. Talentvenjingin er nakað, sum kemur afturat tí miðvísa arbeiðnum við teimum ungu spælarunum í felagnum, sigur Eyðun Klakstein, ungdómsvenjari.
Høvuðsvenjarin hjá KÍ heldur, at felagið kann fáa stóra gleði av nýggja átakinum.
– Endamálið við talentvenjingini er at fáa betri fótbóltsspælarar í felagnum, og eg vænti mær nógv av hesum nýggja átakinum. Spælararnir kunnu koma á eitt enn hægri støði, og tað fara bæði teir og felagið at fáa stóra gleði av, sigur Tony Paris.
Fyrsta talentvenjingin verður fríggjadagin kl. 14.00.

Harleyfacadeacryl