Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ fingið danskan styrk

Jákup Ósá

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur fingið danskan styrk.

Talan er um 23 ára gamla Ronni Møller-Iversen, sum er álopssinnaður leikari, sum serliga hevur leikt sum vinstri vongur, men sum eisini kann røkja onnur pláss í álopspartinum. Ronni hevur seinastu árini spælt við Thisted. Hetta kappingarárið hevur Thisted spælt í næstbestu donsku deildini. Har hevur Ronni havt trupult við at vunnið sær fast pláss á liðnum. Av 19 dystum hevur hann verið innskiftur í 15 dystum, meðan hann byrjaði inni tvær ferðir.

Sáttmálin millum KÍ og Ronni Møller-Iversen er galdandi fyri kappingarárið 2018.