Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ fingið nýggjan álopsleikara

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

KÍ hevur í dag avdúkað nýggjan álopsleikara til næstu kappingarárini.

Á loftinum í KÍ høllini var leiðsla, venjaratoymið og nakrir av stóru stuðlunum samlaðir, tá KÍ kunngjørdi, at 23 ára gamli álopsleikarin, Patrik Johannesen, skal spæla við KÍ í 2019 og 2020.

Patrik er uppaldur í TB, men hevur síðstu árini spælt við AB(2016), B36(2017) og nú til seinast Florø í næstbestu norsku deildini. Í 2017 var Patrik tann leikarin í bestu føroysku deildini, sum var við í flest málum, um vit telja mál og upplegg tilsamans. Tá skoraði hann 16 mál og legði upp til 10 mál í 25 dystum. Hann er skrásettur fyri tríggjar A-landsdystir í 2017 og 2018.