Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fingið nýggjan ungdómsvenjara

John William Joensen

Á mótøku í Café KÍ í morgun, undirskrivaði KÍ sáttmála við Pætur S. Clementsen, sum síðan 2005 hevur verið høvuðsvenjari hjá U-17 landsliðnum.

Eitt sindur um nýggja ungdómsvenjaran:
Nýggi ungdómsvenjarin hjá KÍ er einans 25 ára gamal men hóast unga aldurin hevur hann drúgvar royndir sum venjari.

Hann hevur tikið prógv í “UEFA-B license” í 2003 og í 2006 tók hann próv í FSF-A Diplom (UEFA A license).

Frá 1997 til 2003 var hann venjari í ungdómsdeildunum hjá HB.

Í 2004 samskipaði hann talentútviklingina í ungdómsdeildunum hjá B36.

Síðani 1999 hevur hann eisini verið kníttir at ungdómslandsliðunum hjá FSF og síðan 2005 hevur hann verið venjari hjá U17 landsliðnum.

Sterkan venjarahóp
Eyðun Klakstein sum seinasta árið hevur verið ungdómsvenjari hjá KÍ verður nú kníttur at Formulahópinum. Felagið leggur stóran dent á at fáa eitt stimbrandi umhvørvið fyri venjararnar og tað koma Tony Paris, Eyðun Klakstein og Pætur S. Clementsen at samstarva um.

Arbeiði við at manna venjarastørvini í ymisku deildunum heldur fram og harafturat ætlar felagið at stovnseta eina fótbóltsnevnd sum burturav kemur at taka sær av fótbóltsligum spurningum.

Í ár skipaði felagið fyri serstakari venjing fyri tey bestu talentini í felagnum og í vetur fer felagið at seta fokus á umstøðurnar hjá unglingadeildini og 2. liðið.