Jan Joensen, fyrrverandi KÍ liðskipari og høvuðsvenjari hjá KÍ skal í ár standa á odda fyri unglingunum
Mánakvøldið kl. 19:30 savnaðst Unglingarnir hjá KÍ til venjing saman við nýggja venjaranum Jan Joensen.
Higartil hava unglingarnir vant saman við 1.deildar og Formulahópinum.
Jan Joensen hevur hevur verið høvuðsvenjari hjá LÍF og í 2003 var hann høvuðsvenjari hjá KÍ – tá KÍ m.a. leikti evropacup móti Molde.
Jan var stamspælari á fremsta liðinum hjá KÍ í umleið 16 ár har hann eisini var liðskipari.




