Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fingið styrk til verjupartin

Jákup Ósá

Talan er um 22 ára gamlan verjuleikara, sum kemur úr Vendsyssel FF.

Talan er um 22 ára gamlan verjuleikara, sum kemur úr Vendsyssel FF í næstbestu donsku deildini.

Leikarin eitur Mayowa Alli. Hann er 22 ára gamal og spælir fyrst og fremst sum miðverjuleikari, men kann eisini spæla sum vinstri bakkur. Alli gjørdi í summar ein tvey ára sáttmála við Vendsyssel FF í næstbestu donsku deildini. Frammanundan spældi hann við Jammerbugt í 3. bestu donsku deildini, men eftir royndarvenjing í Vendyssel FF seinasta summar fekk hann sáttmála við felagið. Alli hevur hetta kappingarárið spælt í 6 dystum fyri Vendsyssel FF. Hann er frá USA og verður mettur at vera ein kropsliga sterkur leikari. Hann er 1,83 metur høgur.

KÍ boðar frá, at avtalan er galdandi fyri 2015.