Bláa Bylgjan skipar sunnudagin fyri upphiting í Barok.
Hetta er týðningarmiklasti dysturin hjá KÍ í fleiri ár, og til eitt slíkt brak má liðið føla fullan uppbakning uttanfyri vøllin. Ja sunnudagin skal tað kóka í skýlinum, stendur tað upp til Bláu Bylgjuna!!!! Vit møtast í Barok kl 13.30, og best er um fjepparnir eru í bláum búna sunnudagin. Í Barok verður høvi at fáa sær eitt prát, ein kaffimun osv saman við einum góðum práti við fólk, sum hava sama áhuga ein ein sjálvur, nemliga at bera KÍ fram til ein sigur, sum kann vera so sera týðningarmikil. Dysturin móti B71 verður sera trupul, serliga nú KÍ hópurin er hart raktur av skaðum, og tískil kann 12. maðurin koma at vera sera avgerandi. Um áhugi ella hugur ikki er til at koma í Barok, so er tað sjálvandi eingin trupulleiki, men vit vóna at nógv fólk samlast í vestara partinum av skýlinum undan dystinum.
Upphitingin verður í Barok kl. 13.30 sunnudagin.
VIT HOYRAST 🙂




