Sølan fyrsta døgnið hevur gingið væl og nú byrjar at fyllast á hotellunum.
KÍ boðar í kvøld frá, at leiguflogfarið til Stokkhólm er meir enn hálvmannað. Sølan fyrsta døgnið hevur sostatt gingið væl. Okkurt hotell byrjar at fyllast. KÍ áskoðararnir hava møguleikan at velja millum tvey ymisk hotell. Annars er eisini áhugi fyri at bara ogna sær atgongumerki millum KÍ áskoðarar fyri fólk, sum búgva t.d. í Svøríki og Danmark. Meira kunning um teir møguleikarnar kemur seinni, men sum skilst verður møguligt at keypa hesi atgongumerkini í Stokkhólmi á dystardegnum frá KÍ umboðum.
Nú verður ein møguleiki latin upp afturat og tað er at bara keypa flogferðaseðil. Prísurin er 3995 kr. Tann møguleikin og hinir kunnu bíleggjast á síðuni HER.
Eru spurningar, so kunnu teir sendast til ki@ki.fo




