Tað verður Tummas Lervig, sum eisini hetta komandi árið verður formaður í KÍ.
Tað verður Tummas Lervig, sum eisini hetta komandi árið verður formaður í KÍ.
Sunnukvøldið var seinasta freist at senda uppskot inn um formansevnið til aðalfundin hjá KÍ, sum verður mánakvøldið 27. januar á KÍ loftinum. Og nú staðfestir núverandi formaður, Tummas Lervig, at einki mót valevnið er komið inn ímóti honum.
– Einki annað uppskot er komið inn, so tað merkir, at eg haldi fram eitt ár afturat. Eg haldi, at tað sær spennandi út hjá okkum. Hópurin er betri enn í fleiri ár og eftir miseydnaða árið í fjør, so vænti eg eitt heilt annað úrslit í ár. Tað var eisini við tí í huga, at eg taki eitt ár afturat, tí árið í fjør hevði verið keðiligt at enda við, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið.
Hópurin helst endaligur
Tummas sigur, at hópurin hjá Effoliðinum hjá KÍ helst er endaligur.
– Í løtuni er ikki so sannlíkt, at nakar leikari kemur inn afturat. Men vit hava hurðarnar opnar og skuldi onkur møguleiki stungið seg upp, so kann tað vera, at vit gera okkurt. Í summar fáa vit so aftur at síggja, hvussu tað gongur hjá liðinum og um neyðugt er at gera nakað tá. Við tað at vit hava tveir útlendingar á liðinum, so er hópurin eitt vet dýrari enn í fjør, sigur ein bjartskygdur Tummas Lervig sum eisini staðfestir, at fíggjarstøðan í felagnum er góð.




