Um áttatíðina í kvøld, var fyrstudeildarhópurin hjá KÍ á Djúpumýru og byrjaði uppá seinastu fyrireikingarnar til stórdystin Norðoyastevnudag ímóti Skála.
Spenningurin er stórur upp undir dystin. Ikki var sørt á Djúpumýru íkvøld, at menn vóru eitt sindur álvarsamir og konsentreraðir um komandi uppgávuna sjálvan Norðoyastevnudag 2004, árið, har navnframa ítróttarfelagið fyllir 100 ár.
Tað sýntist sum um Ove Flindt Bjerg hevði nógv at siga leikarunum, tí fyrilestur hansara á vøllinum var longri enn vanligt og tað sást at menn lurtaðu.
Annars hava nógvir dystir í yngru deildunum verið í dag, so hópur av foreldrum og áskoðarum hava gingið til og frá Djúpumýru í allan dag.




