Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fyrireikar seg til nýtt kappingarár

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Myndarøð: KÍ vandi í kuldanum í morgun sum partur av fyrireikingini til kappingarárið í ár.

Myndamaðurin hjá Norðlýsinum var til venjingina leygarmorgunin, har Effohópurin vandi. Hópurin hevur vant nærum hvørt kvøld síðani týskvøldið. M.a. vóru teir nýggju leikararnir – Kristian Joensen, Ahmed Mujdragic, Niels Pauli Danielsen og Súni Olsen – partur av venjingini. Eisini vóru nakrir ungir mans við, sum fáa møguleikan at venja við fyrstu vikurnar. KÍ spælir venjingardystir hósdagin móti Víkingi í Klaksvík og leygardagin móti HB í Tórshavn, um veðrið loyvir tí. 
Niðanfyri eru myndir frá venjingini í morgun.