Í venjingardystinum NSÍ-KÍ við Løkin sunnudagin var brasilski verjuleikarin ikki við KÍ. Nú roynir hann seg hjá B71.
Sum skilst, so hevur KÍ størri tørv á styrki til tað framrættaða spælið, og hetta er helst ein orsøkin til, at felagið ikki hevur valt at brúka pening upp á at styrkja verjuna í hesum umfari.
Alex Alves hevur víst dygdir sum verjuleikari, men KÍ hevur sum kunnugt longu gjørt sáttmála við ein nýggja verjuleikara, sum tó ikki er komin til Klaksvíkar enn, Milic Curcic, so tað er neyvan á hesum plássinum, at KÍ tørvar mestu hjálpina í løtuni.
Ovi Nysted tykist at verða komin í rættiliga góða venjingarstøðu longu nú og Jan Andreasen, sum var ársins KÍ-leikari í fjør, er eisini við í ár.
Harafturat eru kunnu nevnast verjuleikarar so sum Steffan Kalsø, Jógvan Isaksen, Harley Bertholdsen, John Hammer, Sigmund Jacobsen, Ári Samson o.s.fr.
Alex Alves er nú hjá B71 og royndarvenur.




