Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-Gallaveitslan

Oliver Joensen

Leygardagin 13. november verður so 100 ára Gallaveitslan hjá KÍ. Lagt er upp til eitt undirhaldandi og gott kvøld við mati frá Jákup Ziskason. Eisini Føroya Bjór hevur fyrireikað seg og gjørt øl við KÍ etikett.

Sum sagt verður borðreitt við góðum mati frá Jákupi Ziskason og hansara fólki, undirhaldinum stendur Pipar og Salt fyri og sagt verður at teir fara at undirhalda við lokalum tilfari, so spennandi verður at síggja hvat teir fáa burturúr. Eisini fara KÍ-Cheerleaders at sýna fram kynstur síni og seinni um kvøldið verður dansur.
Atgongumerkini fáast í Klaksvík í Kiosk Vár og á Statoilstøðini og í Havn eru tey til sølu á Statoilstøðini í Gundadali.
100 ára Gallakvøldið byrjar kl. 19.30 leygarkvøldið 13. november.

Harleywoodpaint