Legendurnar frá 1990’unum fara aftur á vøllin eftir kappróðurin á Norðoyastevnu.
Í fjør spældu liðini fyri fyrstu ferð síðani 1990’ini og tað eydnaðist sera væl. Dysturin var væl leiktur og endaði við javnleiki 3-3. KÍ vann brotssparkskappingina. Í ár hevur KÍ bjóða gøtumonnum av aftur og dysturin verður spældur Norðoyastevnuaftan kl. 17.30 ella beint eftir kappróðurin.
Dómari verður Jóan Carl Dam, sum eisini er ein dómara legenda frá 1990’unum. Hann var eisini dómari í fjør.
– Tað var eitt satt upplivilsi at sleppa at døma hesi bæði liðini á stevnuni í fjør. Leikarar, sum so mong hava sæð upp til í mong ár, tá teir vóru fyrimyndirnar í føroyskum fótbólti. Men eg kann vissa tykkum um, at hesir leikarar hava nógv gott, at vísa fram enn og tað fara teir so sanniliga eisini, at megna nú komandi Noroyarstevnuaftan. So tit sum koma á Norðoyarstevnu hava nógv at gleða tykkum til við at uppliva hesar fantastisku leikarar enn einaferð. So gangi ikki ”glipp” av hesum stórdystinum, tí so hava tit forsømt sera nógv, sigur Jóan Carl Dam undan spennandi uppgerðini í ár.




