Fjepparar kunnu gleða seg, tí vælumtókti Legends-dysturin verður aftur á Norðoyastevnu
Seinnu árini hava sokallaðu Legends-dystirnir verið á Djúpumýru. KÍ hevur leikt ímóti HB, GÍ og eisini ein innanhýsis dyst við tveimum KÍ liðum. Í ár hava skurðarnir játta, so tað verða teir blá-hvítu móti teim gul-bláu hesaferð.
Flestu leikararnir vit fara at síggja høvdu teirra fótbóltsligu stórheitstíð í 90’unum og einstakir eisini heilt upp í 00’ini. Hetta eru sostatt leikarar, ið upplivdu skifti frá grús til graslíki. Hesir menn spældu í svartum gaggum – onki pink, lilla, gult ella appilsingult fjas! Vit minnast tape fremst á gaggunum, súkklushorts, kamférsalvu og plástur á nøsini – hesir leikarar royndu alt!
Fríggjakvøldi kl. 20.00 bríkslar 71 ára gamli Jóhan Carl Dam sín síðsta dyst í gongd og leiktíðin verður 2×30 min. Stendur á jøvnum verður farið beinleiðis til brotssparkskapping niðan móti Bøgøtu.
GÍ – Leikaralisti
Jens Martin Knudsen
Símun Petur Justinussen
Petur Páll Mikkelsen
Jóannes Mikkelsen
Samson Nesá
Pauli Jarnskor
Magni Jarnskor
Henning Jarnskor
Súni Olsen
Poul Andrias Jacobsen
Heini Heinason
Erland Tvørfoss
Jóan Petur Olsen
Rúni Justinussen
Leivur Hansen
Poul Henning Jacobsen
KÍ – Leikaralisti
John William Joensen
Jákup Mikkelsen
Gunnar á Steig
Finn Baldvinsson
Allan Joensen
Jan Andreassen
Ove Nysted
Sámal E. Poulsen
Harley Bertholdsen
Símun W. Høgnesen
Niclas Niclasen
Rúni Elttør
Jan Joensen
Stig Elttør
Heðin á Lakjuni
Allan Mørkøre
Jóhann Lützen
Todi Jónsson
Rógvi Jacobsen
Jógvan Andrias Joensen (venjari)


