Dystarfrásøgn: Liðini áttu hvør sín hálvleik, men NSÍ leikararnir vóru nógv neyvari og vunnu at enda stórsigur, hóast einki bendi á tað, tá 44 minuttir vóru spældir.
KÍ sat á fyrra hálvleiki
42 minuttir spældir og oddaliðið NSÍ hevur ikki havt nakað yvirhøvur, sum minnir um ein heilan ella hálvan mál møguleika. KÍ spælir ikki væl, men hevur gott tamarhald á dystinum og skapar teir møguleikar sum eru og tykjast liggja omaná í flestu støðum á vøllinum. Í álopinum er Páll A. Klettskarð komin til tveir stórar møguleikar, men tað er framvegis 0-0. Men meðan eitt KÍ mál liggur í luftini, so fer NSÍ í álop og so síggja vit eitt mynstur í álopsspælinum hjá heimaliðnum kanska fyri fyrstu ferð í dystinum, har smáspæl og yvirlapp eru at síggja. Evnaríki Hákun Edmundsson fær bóltin uttanfyri brotssteigin og fær pláss og tíð til at skjóta og hóast skotið ikki er so hart, so er tað væl plaserað og endar í málinum. 1-0 til NSÍ í teirra fyrsta veruliga álopi í dystinum. Og seinastu minuttirnar av fyrra hendi nógv, tí fyrst skeyt Atli Danielsen á stongina og út. Tað lýsir hansara gongd frammanfyri málinum seinastu tíðina, tí hóast hann hevur havt offensivan leiklut summar dystir, so hevur hann ikki skorað ella lagt upp til mál síðani 1.umfar, tá hann skoraði eftir hornasparkinnlegg við Stórá móti TB. Beint áðrenn hálvleik lyfti Árni Frederiksberg bóltin uppum Meinhardt Joensen, men bólturin endaði eisini á stongini.
NSÍ átti seinna hálvleik
Í seinna hálvleiki byrjaði KÍ væl og legði trýst á NSÍ. Og burturúr hesum kom ein stórur mál møguleiki, men Atli Danielsen skeyt uppum. KÍ trýstið dalaði sum tíðin leið og liðið kom ikki til nakran stóran møguleika eftir tann hjá Atla. Ístaðin økti NSÍ, tá innskifti Jann Martin Mortensen legði upp til Jonhard Frederiksberg, sum skoraði sítt 5. mál hetta kappingarárið og samstundis var tað 5. ferð, at Jann Martin Mortensen legði upp til eitt mál í ár. Og løtu seinni sendi Einar Tróndargjógv gott fríspark innfyri, har Klæmint A. Olsen hegnisliga skallaði bóltin í málið. Ímillum bæði hesi málini hevði NSÍ ein risa møguleika, men Meinhardt Joensen bjargaði á strikuni, tá Jann Martin skeyt. Eftir 3-0 málið hendi ikki tað stóra, har NSÍ hevði fult tamarhald á dystinum fram til seinastu 10 minuttirnar, tá KÍ fekk fleiri góðar møguleikar, men altíð kom okkurt bein fyri í seinastu løtu og einaferð bjargaði NSÍ leikari á strikuni. NSÍ stýrdi størsta partinum av seinna hálvleik, har bæði trúgv og evnið at skapa møguleikar manglaðu hjá leikarunum á útiliðnum frá 50. minutti og fram móti endanum, tá KÍ legði trýst á. 3-0 til oddaliðið NSÍ gjørdist endaliga úrslitið, hóast KÍ leikliga og í mál møguleikum sæð yvir allar 90 minuttirnar einki stóð aftanfyri NSÍ.
Størri smíl í Runavík enn í Klaksvík
Ein triðingur er farin av kappingini, og KÍ hevur 11 stig. Við nógvum nýggjum fólki, nýggjum venjara og spælistíli, so skal liðið helst hava nakað av tíð, áðrenn vit síggja betri úrslit og tað er neyvan so heilt óvæntað, at byrjunar trupulleikar eru. Í øllum dystum hjá KÍ í ár, har liðið ikki hevur vunnið, hevur talan verið um tættar og javnar dystir, har KÍ sjáldan hevur verið nakað nevnivert verri enn mótstøðuliðini. Men teir bláu eru ikki neyvir, tá á stendur og blíva hart revsaðir. Ímóti ÍF hevur ÍF ikki sín næsta møguleika fyrr enn í 68. minutti, meðan NSÍ ongan møguleika hevur í dag fyrr enn í 42. minutti. Í báðum førunum hevur KÍ møguleikar at skora, men megna tað ikki og vera so revsaðir. NSÍ hevur fult stigatal á heimavølli og tað er við Løkin at grundarlagið fyri oddasessinum er lagt, tí NSÍ hevur spælt 6 av 9 dystum á heimavølli. Einki ivamál er um, at nøgdsemi við úrtøkuna fyrsta triðingin av kappingini er størri í Runavík enn tað er í Klaksvík.




