(Dystarfrásøgn) Páll A. Klettskarð skoraði fýraferðir í einum dysti, sum var merktur av einvegis ferðslu og lágari leikferð.
Undan dystinum var lagt upp til, at taðvar eitt sindur upp til KÍ at gera av, hvat teir vildu móti3.deildarliðnum Undrinum. Og skjótt sást, at KÍ ikki fór atleggja nógv fyri hendan dystin. KÍ var í nærum sterkastuuppstilling við einum undantaki. Jóannes K. Danielsen fekkmøguleikan á vinstra vongi frá byrjan.
Gekk leingi at fáa hol á
Leikferðin var lág og spælið gekkseint fyri seg. Undrið lá langt afturi á vøllinum fyri tað mestaog KÍ hevði mangan trupult við at spæla seg ígjøgnum. Taðgingu heili 28 minuttir til KÍ fekk hol á, tá gott innlegg fráDion Splidt fann Páll A. Klettskarð, og so var 1-0. Løtu seinniendaði ein bóltur tilvildarliga hjá Páll, og so var 2-0, iðeisini var hálvleiksstøðan. Eftir at KÍ fekk hol á var meirafriður yvir KÍ spælinum og kom Undrið ongantíðtil nakran stóran møguleika, hóast okkurt innlegg var.
4XPáll
Í seinna hálvleiki minti tað meir umein venjingardyst enn eina 1/8 finalu í kappingini umløgmanssteypið. Leikferðin var lág, spenningurin var farin úr ogat síggja til ráddi hjá KÍ um bara at koma ígjøgnum dystin viðtryggum sigri, ongum skaðum og ongum korti. KÍ fekk tvey málafturat og báðar ferðir var dagsins leikari, Páll A. Klettskarð,seinastur á bóltinum. Uppleggini áttu Ólavur Niclassen og JonasF. Rasmussen. Hinvegin skal Undrið FF hava rós fyri at hava taklað dystin rætt. 4-0 er heiðurligt úrslit, tá vit tosa um, attríggjar deildir eru á muni millum liðini og helst skyldast úrslitið einum verjukendum og væl skipaðum útgangsstøðið. Verjuspælið hjáUndrinum var fyri tað mesta á góðari leið, hóast ein sá, atvenjingarstøðan ikki var tann besta hjá øllum leikarunum.Taktiska skilið fyri, hvussu liðið skuldi flytast o.s.v. var ílagi. KÍ vann 4-0 og er í pottinum, tá lutakastið til 1/4finalurnar verður.
Mynd: Álvur Haraldsen/in.fo




