Nýggi leikarin hevur spælt á nærum øllum plássum á vøllinum.
KÍ boðar frá, at 33 ára gamli Claes Kronberg hevur gjørt sáttmála við felagið. Hann kemur frá norska felagnum Sandnes úr næstbestu norsku deildini. Talan er um royndan leikara, sum m.a. hevur spælt 148 dystir í bestu norsku deildini, seinast í 2017. Í 2020 spældi hann í næstbestu norsku deildini.
Talan er um leikara, sum sambært Transfermarkt hevur røkt nærum øll pláss á vøllinum. Í 2020 hevur hann fyri tað mesta spælt sum høgri vongur, men flestu royndirnar hevur hann á høgra bakki. Eisini hevur hann spælt nakað á vinstra bakki umframt nakrar dystir á fleiri øðrum plássum.


