Av topp 4 liðunum í Effodeildini erKÍ tað liðið, sum oftast hevur mist eina leiðslu skilt á tannhátt, at KÍ er komið á odda, men hevur ikki megnað at vunniðdystin. KÍ er eisini liðið, sum oftast er komið á odda í dystum.
Á ólavsøku kom KÍ á odda 1-0, menendaði við at tapa 2-1. KÍ hevur í ár havt trupult við athildið uppá leiðsluna í dystum. KÍ hevur í 14 av teimum 16dystunum havt leiðsluna okkurt tíðspunkt í dystunum og tað ertað hægsta, sum nakað Effolið hevur. Men verri er tað fyri KÍ, at liðið eisini er tað liðið, sum oftast hevur mist leiðsluna av topp 4liðunum. Í prosentum hevur B36 av topp 4 liðunum tó oftari mist leiðsluna samanborið við, hvussu ofta liðið hevur havt leiðsluna.
Hagtøl fyri topp 4 liðini:
Havt leiðsluna:
KÍ verið á odda í 14 av 16 dystum
Víkingur 13 av 16
NSÍ 12 av 16
B36 10 av 16
Mist leiðsluna (ikki vunnið dystin):
KÍ 5 ferðir (36 % av teimum 14dystunum, har KÍ hevur verið á odda)
B36 4 ferðir(40 %)
NSÍ 4 ferðir(33 %)
Víkingur 3 ferðir (23 %)




