Tað hevur ávirkan á 1. umfar í Betri-deildini.
Av tí sama møtast liðini ikki í Klaksvík í 1. umfari.
Fyri nøkrum vikum síðani bleiv kappingin í Betri-deildini fyri 2018 send til feløgini, sum síðani kunnu gera innanhýsis broytingar, um tey ynskja tað. M.a. bleiv upplýst, at KÍ og HB møttust í 1. umfarinum í Klaksvík. Hetta verður tó av ongum. KÍ eigur á Summar Festivalinum sambært skránni útidyst móti HB. Tað hevur viðført, sum Norðlýsið skilir, at liðini hava gjørt semju um at býta um, soleiðis at HB-KÍ verður í Gundadali í 1. umfarinum, meðan KÍ-HB verður við Djúpumýru á Summar Festivalinum.
Sum skilst so ger hendan broytingin, so spælir KÍ fyrstu tríggjar landskappingardystirnar á útivølli og fýra av fyrstu fimm landskappingardystunum á útivølli. Móti HB(ú), NSÍ(ú), TB/FC Suðuroy/Royn(ú), AB(h) og B36(ú). Tað skal tó takast við fyrivarni, tí endaliga kappingin ikki er endaliga kunngjørd enn.


