Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-HB: Fylg gongdini her

Jákup Ósá

Her kann fylgjast við finaluni í Klaksvíkskappingini.

Báðir venjararnir blanda kortininakað meir enn teir gjørdu í hálvfinalunum leygardagin.

Hjá KÍ eru fýra broytingar íuppstillingini í mun til dystin móti B36. Petur Andreasen byrjaraftur hesaferð sum fremsti maður.

KÍ byrjar við hesi uppstillingini:Fríði Sigurðsson – Gunnar Christiansen, Jonas F. Rasmussen, ÍsakSimonsen, Mayowa Alli – Tórur Justesen, Ndende A. Guéye, AtliDanielsen – Henry Heinesen, Petur Andreasen, Heðin á Lakjuni.

Hjá HB eru tvær broytingar. Arnbjørn T. Hansen er í álopinum.

HB byrjar við hesi uppstillingini:Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen,Rógvi S. Holm, Alex dos Santos – René S. Joensen, Christian R.Mouritsen, Andrew av Fløtum – Levi Hanssen, Arnbjørn T. Hansen,Pál M. Joensen

10 min.: 0-0 framvegis. Tað gongur javnt á fyrstu løtuna.

15 min.: So var 1-0 til KÍ. Málið kom uppá brotsspark, sum Henry Heinesen skoraði uppá, eftir at HB leikari brúkti hondina eftir álop í vinstru síðu frá Heðin á Lakjuni. Áðrenn tað høvdu liðini hvør sína vandamiklu roynd. Men í báðum førunum manglaði tað seinasta.

Málið kann síggjast niðanfyri.

30 min.: Framvegis 1-0 til KÍ. HB hevur havt eina góða roynd, men skotið hjá Andrew av Fløtum fór í síðunetið.

40 min.: Bæði liðini hava havt hvør sína frísparksroynd, men í báðum førum fór bólturin uppum.

Hálvleikur: 1-0 til KÍ uppá eitt brotsspark frá Henry Heinesen í einum jøvnum fyrra hálvleiki. Spælið er ikki so flótandi og leikferðin ikki eins høg sum í vikuskiftinum. HB er meir á bóltinum, men hevur trupult við at spæla seg til stórar møguleikar. Í fleiri førum hevur bara tað seinasta manglað. KÍ hevur havt onkrar møguleikar og beint áðrenn hálvleik hevði Petur Andeasen eina roynd á stongina.

46 min.: Petur S. Thomsen er komin inn fyri Teit M. Gestsson í HM málinum og Jóhan T. Davidsen er komin inn fyri Rógva S. Holm í HB miðverjuni, meðan Hjalgrím Elttør er komin inn fyri Ndende A. Guéye á KÍ miðvøllinum, sum hevur havt trupulleikar við einum skaða í fyrra hálvleiki.

60 min.: Hendingarrík byrjan uppá seinna hálvleik. KÍ byrjaði væl og fekk fleiri hampuliga góðar møguleikar, men størsta møguleikan í dystinum fekk Arnbjørn T. Hansen, men hóast púra fríður, so skeyt hann onkursvegna viðsíðunar av. 

63 min.: Jóannes Bjartalíð og Kenan Hajdarevic eru komnir inn hjá KÍ. HB fekk enn ein stóran møguleika nú, tá liðið fekk brotsspark. Andrew av Fløtum skeyt, men Fríði Sigurðsson bjargaði skotinum. Hetta kann síggjast niðanfyri.

67 min.: 2-0 til KÍ. Jonas F. Rasmussen skallaði hornaspark frá Tórur Justesen í málið. KÍ er ávegis móti fyrsta sigrinum í Klaksvíkskappingini í 9 ár.

75 min.: So var spenningur í aftur, tí HB hevur minkað um munin til 2-1 eftir frísparksinnlegg. Stutt seinni skallaði Jóannes Bjartalíð á yvirleggjaran.

77 min.: Jóannes Bjartalíð legði inn, har innskifti Kenan Hajdarevic skallaði bóltin í málið til 3-1 til KÍ, sum eisini hevur havt aðrar møguleikar seinni.

Liðugt: Tað endaði 3-1 til KÍ í einum jøvnum og spennandi dysti. HB hevði bóltin meira og burdi av røttum skora okkurt mál, meðan KÍ skapti fleiri góðar møguleikar gjøgnum allan dystin. Tríggjar ferðir endaði bólturin í HB málinum og tvær aðrar ferðir fór bólturin á stengurnar og út aftur í spæl. Sostatt vann KÍ Klaksvíkskappingina fyri fyrstu ferð síðani 2006 ella í 9 ár.