Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-HB: HB vann Klaksvíkskappingina

Jákup Ósá

Nógvir áskoðarar og góð líkindi í Klaksvík nú finalan í Klaksvíkskappingini verður spæld. 

17 min.: Framvegis 0-0, men HB hevur havt roynt á yvirleggjaran. 
20 min.: 1-0 til HB. Poul Ingason eftir hornasparks innlegg, har KÍ ikki fekk ruddað burtur.
Hálvleikur: 1-0 til HB
Tað er í tráð við leikgongdina, at HB er á odda. Teir hava meira spæl og skapa fleiri møguleikar enn KÍ. Spælið er til tíðir hart og nógv fríspørk hava verið. Hjá KÍ byrjaðu teir somu sum í gjár burtursæð frá Jóhan Jacobsen, sum bleiv avloystir av Páll A. Klettskarð. Páll fór tó út eftir 35 minuttum, so helst er hann ikki heilt sloppin av við skaðan. Hjá HB er eisini sama lið sum í gjár, har Poul Ingason er komin inn fyri skadda Andrew av Fløtum. Poul Ingason skoraði einasta málið. 
65 min: KÍ hevur havt góða málroynd, men annars eru fáir mál møguleikar.
70 min.: KÍ trýstir nú meira fyri at fáa útjavnandi málið. Nógvar útskiftingar hava verið hjá báðum, men liðini hava trupult við at skapa stórar mál møguleikar.
72 min.: Reytt kort til Pál M. Joensen eftir at hann sparkaði eftir Gunnar Christiansen, sum kastaði bóltin eftir honum.
85 min: Framvegis 1-0. Nú hevur KÍ sent Jonas Flindt Rasmussen fram í álopið. KÍ trýstir.
Liðugt: HB hevur vunnið Klaksvíkskappingina eftir 1-0 sigur móti KÍ. HB átti munin í fyrra hálvleiki, meðan KÍ átti munin í seinna hálvleiki. Fáir mál møguleikar vóru báðar vegir. HB hevur sostatt vunnið vunnið Klaksvíkskappingina annað árið á rað. Einsamalla málið í dystinum skoraði Poul Ingason.