Leygardagin, tann 23. august, heldur KÍ sín 99 ára stovningardag við m.a. at skipa fyri stórum føðingardagshaldið á vøllinum í Djúpumýru í Klaksvík, har øll eru hjartaliga vælkomin at royna nógv ymist, sum skipað verður fyri har.
TÍÐINDASKRIV frá KÍ:
Tað var tann 24. august í 1904 at Klaksvíkar Ítróttarfelag sá dagsins ljós. KÍ er sostatt næst elsta fótbóltsfelag í landinum.
Sostatt er nú bert er eitt ár, til felagið rundar tey 100 árini, tá ein vanliga ger serliga nógv burturúr, men ein 99-ára føðingardagur skal sjálvandi eisini hátíðarhaldast, ikki minst tá talan er um eitt so sigursvant felag sum KÍ, sum m.a. hevur vunnið flest FM-heiti her á landi.
Eitt av tiltøkunum, sum verða fyriskipaði í hesum sambandi, verður leygardagin tann 23. august dagin fyri sjálvan 99-ára føðingardagin, sum er sunnudagin 24. august 2003
Nógv til børnini.
Saman við góðum fólki og stuðlum hevur felagið tikið stig til eitt serligt føðingardagshald á vøllinum, sum serliga er ætlað familjunum og børnunum.
Á skránni verður: Jongleringskapping, brotssparkskapping, rulluskoytukapping, rodeotarvur, skrúðgonga úr Klaksvíksgarðinum við Klaksvíkar Hornorkestri á odda, myndatøkur, kapping í FIFA 2003 á stórskíggja, KÍ-fótbóltsspælikapping, KÍ-café.
Umframt alt hetta verður ein pallur settur upp á vøllinum, har búktalarin Absalon og gyklarin Ásbjørn fara at undirhalda. Eisini fara fyrstudeildarleikarar hjá KÍ saman við Bláu Bylgju at syngja KÍ-sangin saman við øllum hinum. Silvi kemur eisini á vitjan.
Alt á vøllinum verður ókeypis.
Tað vanliga er, at slík tiltøk, t.d. tivoli, taka pening fyri hvørja ferð ein vil royna okkurt, men soleiðis er ikki hesaferð.
KÍ heldur føðingardag og bjóðar tí øllum ókeypis at royna tað, sum verður at royna á vøllinum.
Stórt mat- og køkutombola.
Umframt øll tey ókeypis tiltøkini verður eisini eitt stór mat- og køkutombola. Hetta tombola er ætlað sum ein partur av ungdómsarbeiðnum hjá KÍ, og her verður hugsað um, at peningurin verður nýttur til klæði, útgerð o.s.fr., sum ungdómurin skal brúka.
Stór familjukonsert í KÍ-høllini.
Um kvøldið verður stór familjukonsert inni í KÍ-høllini. Á skránni verða barnasangir, 80-ára hitt, sálmar, poppur og annað mangt, sum verður framført av nógvum ymiskum kendum sangararum úr Klaksvík.
Millum sangararnar kunnu nevnast Karl Martin Samuelsen, Arnfríð Lützen, Jógvan Hansen, Birgir I. Sigurðsson, Jákup Marnar Anthoniussen, Hans Jákup Nystrøm, ið fara at framføra landaplágur saman við navnframum tónleikarum.
Eftir midnátt, verður stórt ungdómsdiskotek.




