Í samband við at KÍ fríggjadagin var 103 ár er kaffiborð í Café KÍ til kl. 12 í dag.
KÍ varð stovnað 24. august 1904 og í 50 ára minnisritinum hjá John Reid Bjartalíð, stendur soleiðis skrivað:
Ár 1904 tann 24.august kl 5½ seinrapartin á degi var tað, at nakrir menn hittust á fundi á skrivstovuni í handlinum á Biskupsstøð. Fundarevni var: at stovna eitt ítróttarfelag í Klakksvík. Hetta fingu teir væl í lag, sum gerðabókin so gjølla greiðir frá. Felagið fekk navnið: Idrætsclubben i Klaksvig. Síðani var ein trímannanevnd vald, ið skuldi stjørna felagnum. Í hana vórðu valdir: Harald á Trappuni, Ole Biskopstø og Urbanus Frederik Joensen. Til formann felagsins varð Haraldur valdur. Umframt ymiskt, ið var havt á munni, álegði stovningarfundurin nevndini sum skjótast at gera virkisreglur fyri felagið.
Morgun kaffi
Í samband við føðingardagin bjóðar felagði kaffi, rundstykkir og vinarbreyð í Cafe KÍ frá kl. 08:00 til kl. 12:00 leygarmorgunin.
Í hesum sambandi verður heitt á øll lið sum skulu av bygdini leygardagin um fyrst at eta morgunmat saman í café-ini.
Øll eru hjartaliga vælkomin
KÍ




