Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ helt Norðoyastevnu við stíli

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Dystarfrásøgn: Seinni hálvleikur var meir einNorðoyastevnu sigursveitsla hjá KÍ leikarunum og teirraviðhaldsfólkum, tá tað tíðliga í seinna hálvleiki gjørdistgreitt, at KÍ vann sín fyrsta sigur í bestu deildini áNorðoyastevnu í 14 ár.

Minst 2000 áskoðarar vóru ígóðveðrinum á Norðoyastevnu møttir upp við Djúpumýru atsíggja toppdystin millum KÍ og NSÍ. Og áskoðararnir finguundirhald og gott spæl frá heimaliðnum, meðan NSÍ ikki hevðinakað mótspæl frá steypadystinum. Uppleggið hjá NSÍ var nakaðmeir verjukent, tí trýstið bleiv ikki lagt fyrr enn fáar metrarframmanfyri miðjuna. KÍ setti seg á dystin frá byrjan, ogheimaliðið hevði fleiri góðar royndir. Tað lá eitt mál íluftini til heimaliðið, og tað kom, tá 18 minuttir vóru spældir.Jóannes Bjartalíð og Sørmundur Kalsø spældu seg ígjøgnum ogSørmundur bleiv feldur, og so var brotsspark. Tað setti JóannesBjartalíð trygt í netið. 1-0 var hálvleiksstøðan, og tað vóruKÍ viðhaldsfólkini helst væl nøgd við, tí KÍ skuldi spælaseinna hálvleik móti Kjøli og tann vegin koma sum nevnt fyrr nógvfleiri mál enn móti Háfjalli.

Klassamunur

Og seinni hálvleikur bleiv ein ordiligNorðoyastevnu veitsla fyri norðoyingar. NSÍ kom ikki fyri seg, ogKÍ sat tungt á tí heila. Tað bleiv 2-0, tá Hjalgrím Elttørbreyt ígjøgnum í vinstru síðu og legði flatt innfyri tilJóannes Bjartalíð og 3-0 málið var einmansavrik frá JóannesBjartalíð, tá hann fekk bóltin í høgri síðu og setti ferðmóti málinum. Í yvirtíðini skallaði Páll A. Klettskarð bóltiní málið til 4-0, og so hevði KÍ við stíli staðfest sínfyrsta sigur í bestu deildini á Norðoyastevnu í 14 ár. Hetta varsamstundis størsti heimasigurin hjá KÍ í ár.

Alt riggar hjá KÍ

Hjá KÍ riggar alt fyri tíðina.Verjuspælið er framúr og eisini frameftir vøllinum eydnast taðmesta. Nógvir leikarar hjá KÍ toppa og 3-4-3 leikskipanin hevurverið effektiv móti NSÍ báðar dystirnar í Klaksvík, har KÍsamanlagt vann 8-1. Jóannes Bjartalíð bleiv við sínum hattrikiavgerandi hendan dystin og hann hevur nú skorað 16 mál í 16lands- og steypadystum í ár. Tað ger hann til toppskjútta íFøroyum, um vit telja báðar kappingarnar saman. KÍ er núoddalið, men tað er framvegis sera tætt í toppinum, har KÍkomandi tvey umførini skal møta nærmastu kappingarneytunum úrVíkingi og B36. Eftir teir dystirnar fæst at vita, hvat liðstendur við bestu kortunum í Effodeildini.

Fantastiskir KÍ áskoðarar

Hjá KÍ merkist tað eisini ááskoðarafjøldini, at liðið er partur av toppstríðnum. Umframtat fleiri áskoðarar eru, so er eisini gott lív í. Í skýlinum ertað undirhald, har m.a allir KÍ leikararnir hava sínar egnusangir, og tað er nærmast sum at vera til dystir uttanlands.Leikararnir tykjast eisini at stórtrívast undir hesum kørmunum ogsunnudagin verður neyvan minni lív, tá toppdystur aftur er íKlaksvík. Tá møtast nummar 1 og 2, KÍ og Víkingur.