KÍ hetjan, Olgar Danielsen, metir at tað verður trupult at hjá KÍ at fylla tómrúmið á miðvøllinum nú Jan Joensen ikki longur verður partur av KÍ hópinum.
KÍ veteranurin, Olgar Danielsen, hevur í ein mansaldur verið ímynd av KÍ og hóast hann ikki longur er knýttur at felagnum sum aktivur leikari, so fylgir hann framvegis væl við, og hann er samdur við KÍ venjaran um at hópurin hjá KÍ sær spennandi út.
1. liðshópurin hjá KÍ 2005: Karstin Joensen, Mathias Samuelsen, Andreas Jóhannesen, Ovi Nysted, Atli Danielsen, Niclas Niclasen, Eyðun Klakstein, Leon Bjartalíð, Símun Joensen, Elfinn Ørvarodd, Erling Fles, Julian Samuelsen, Frank Joensen, Tórður Lervig, Høgni Madsen, Heðin á Lakjuni, Jón Jacobsen, Krisoffur Jakobsen, Arnold Joensen, Signar í Frammistovu, Ári Samson, Hjalgrím Elttør, Jan Andreasen og Allan Joensen.
Olgar Danielsen um KÍ 2005
– Eg haldið at felagið hevur megnað at styrkt hópin og serliga framsókni parturin av liðnum er væl fyri, men tað eru eisini pláss har vit ikki eru so væl fyri.
Málmaðurin
– Eg meti at tað hevur alstóran týdning fyri KÍ at Karstin Joensen verður tøkur skjótast gjørligt, tí hóast vit hava yngri málmenn, so eru teir í so feskir og tí er neyðugt hjá felagnum at útvega sær málverja um Karstin ikki verður tøkur til tíðina. Nú skal tað ikki ljóða sum um eg avskrivið yngru málverjarnar, men tað er ikki lætt hjá ungum monnum bráddliga at skula standa einsamallir við endan.
Miðverjan og bakkarnir
– Tað er eingin ivi um at KÍ hevði bestu føroysku miðverjuna í fjør, og nú tað er greitt at Niclas Niclasen verður verandi er sera gott at staðfesta at miðverjan hjá KÍ er tann sama.
– Miðverjan hjá HB var jú næstan eins sterk og tann hjá KÍ, men HB hevur mist fólk og tí kann roknast við at hon er viknað.
– Við Niclas og Ova Nysted í miðverjuni standa vit sterkir, og harafturat er Jan Andreasen ein gardering fyri miðverjuna hóast hann var nógv brúktur á høgra bakki í fjør.
– Eg haldið at KÍ hevur trupuleikar úti á bakplássunum, tí hóast vit hava góðar verjuleikarar at seta út á bakkarnar so hava teir ikki nóg góðar offentsivar eginleikar og mangla skjótleik til at geva eitt íkast til framsókna partin á liðnum. Harley var góður á hesum plássinum tá hann var upp á tað besta, tí hann hevði júst skjótleika og orku til at luttaka baði i álopsspælinum og verjupartinum og serliga sakna vit hann fyri tey frálíku innleggini.
– Í fjør nýtti venjarin Jan Andreasen á høgra bakki og onkran hendinga dyst Leon Bjartalíð. Her haldi eg at Leon kanska er rætti maðurin tí hann vil nógv frameftir.
– Jan Andreasen átti kanska at veri royndur sum tann verju kendi miðvallarin.
– Í vinstru síðu brúkti venjarin leikarar sum Marek og Símun Joensen, men eingin av hesum leikarum hevur heldur skjótleikan til at luttaka í framsókna partinum.
– Hóast vit eru sterkir í verjuni so hava vit trupuleikar í framsókna spælinum og eg haldi at ein orðsøk er at finna í tí at vit ikki hava vongbakkar.
Miðvøllurin
– Eg haldið at KÍ eisini hevur trupulleikar at fylla stóra tómrúmið eftir Jan Joensen í verjupartin á miðvøllinum. Jan Joensen hevur eftir mínum tykki verið besti defentsivi miðvallarin í landinum síðan fyrst í 90-unum.
– Orðsøkin til at eg sigi hetta er at Jan vísti ein ótrúligan stríðsvilja saman við góðum agrasiviteti og hetta gjørdi at hann vann eitt hav av bóltum og hansara ótrúligi bóltførleiki gjørdi at hann altíð var tryggur í bóltspælinum. Tí kom tað sjálvdan fyri at KÍ misti bóltin á miðvøllinum. Harafturat var Jan tann persónurin sum altíð var tøkur at spæla og sum søkti eftir bóltinum.
– Tað er ilt at meta um hvør skal inn á plássið hjá Jan og hyggja vit eftir seinasta kappingarárinum sóu vit m.a. Símun Joensen royna seg. Símun er sera sterkur í høvdinum og hevur aðrar góðar eginleikar, men á miðvøllinum misti hann ov nógvar bóltar og tí vænti eg ikki at venjarin velur at brúka hann á hesum plássinum. Hann er eisini í so spakur og fittur til hetta plássið. Her kundi ein møguleiki verið Jan Andreasen.
– Eg vóni tó at Allan Joensen verður tøkur um ikki so langa tíð, og eg ivist onga løtu í at hann hevði verið rætti leikarin at verið tann verjukendi miðvallarin, sum hevur so stóran týdning fyri miðvøllin, soleiðis at vit kunnu steðga mótstøðuliðnum á miðvøllinum og fáa møguleika til at sláa kontra fram til okkar skjótu áleyparar.
– Ein annar leikari sum eg tíanverri ikki kenni nógv til er Høgni Madsen, og møguliga er hann eisini rætti maðurin sum defentsivur á miðvøllinum men tað fáa vit so at síggja.
Atli Danielsen
– Orsøkin til at eg hangi meg so nógv í defentsiva partin á miðvøllinum er at hin sentrali leikarin á miðvøllinum er liðskiparin Atli Danielsen, sum er ein ótrúliga tíðandi partur av álopsspælinum hjá KÍ.
– Atli er ófatiliga góður til álopsspælið, men sum flestu leikarar við hesum eginleikum so hava teir ikki viðfødda ábyrgdarkenslu tá tað kemur til verjupartin, og tí hava verju eginleikarnir hjá hinum manninum á sentrala miðvøllinum avgerandi týdning fyri at miðvøllurin hjá KÍ ikki verður ein motorvegur hjá mótstøðuliðnum.
– Ein annar møguleiki er sjálvandi at leggja Hjalgrím Elttør, sum ein sonevndan arbeiðshest á miðvøllin við verju skyldum, men hetta hevði verið spell fyri Hjalgrím tí hann hevur sera sterkar eginleikar sum betur kunnu brúkast í álopspartinum.
Vongspælið
– Eg haldið at KÍ er sera væl fyri við góðum offentsivum leikarum serliga á vong plássinum
– Í høgru síðu vanti eg at venjarin fer at brúka leikarar sum Arnold Joensen, Leon Bjartalíð, Eyðun Klakkstein ella Hjalgrím Elttør. Allir fýra hava góðar offentsivar dygdir, men her er Leon kanska meiri pligtuppfyllandi í verjupartinum.
– Lítil ivi man vera um at vit í vinstru síðu fara at síggja Heðin á Lakjuni, og er hann uttan iva besti leikarin á hesum plássinum. Hann hevur eina gjøgnum brotsstyrki sum er avgerandi fyri álopspartin, men møguleiki er eisini at brúka hann á ørðum plássum og tá kann venjarin flyta eitt nú Eyðun Klakstein og Hjalgrím á vinstra vong. Eisini er møguleiki at brúka Símun Joensen á hesum plássinum men eg hevði heldur brúkt Símin í verjupartinum á liðnum.
– Ein tann besti dysturin sum Símun hevur spælt var eftir mínum tykki tá hann leikti ein dyst í miðverjuni undir leiðslu av Kurt Mørkøre. Hann er kropssterkur og hevur sera góð evni sum verjuleikari.
Álopið
– Stórsti trupuleikin hjá KÍ er eftir míni metan álopsparturin.
– Í fjør høvdu vit ein sera væl leikandi Jacob Bymar, sum var einastandandi, og vónandi eydnast tað KÍ at fáa hann aftur seinri í ár.
– Tá tað er sagt mugu vit sjálvandi ikki gloyma Erling Fles, sum eisini hevði eitt gott kappingarár. Men álopið hjá KÍ hevur havt trupuleikar við at framleitt mál og málmøguleikar og so kunnu vit bara vóna at Hjalgrím Elttør og Heðin á Lakjuni koma at loysa upp fyri hesum.
– Tá einasti veruligi boks-spælarin í KÍ-truppinum (Ovi Nysted) er klárt betur í verjupartinum og tí verður har, eigur KÍ at brúka tveir áleyparar sum arbeiða saman og styrkja hvønn anna. Tá so gjøgnumbrotini koma skulu teir hava eitt rennimynstur sum ger at minst fýra leikarar náa heilt inn í brotsteigin fyri at taka ímóti innleggunum. Hettar skapar variatión og harvið stórar trupuleikar at verja fyri.
Tá fært tú ikki ein leikara sum skal gera málini, men hinvegin fleiri málskorðarar.
– Tað er eisini ein møguleiki at para Leon Bjartalíð og Hjalgrím Elttør saman í álopinum. Hesa kombinatiónina dámar mær væl tí Leon er eisini sterkur í luftini og hetta kundi Hjalgrím ella Erling eisini fingið gagn av.
Yngra ættarliði
Tað er eitt sindur trupult at meta um teir yngur leikararnar. Nakrir fingu seg royndar á 1. liði í fjør og misjavnt var hvussu teir royndust.
Kristoffur Jakobsen er eitt spennandi kort, men hann er jú sera ungur so ringt er at meta um hvussu hann kemur at roynast.
Sama er galdandi fyri Ari Samson, men felags fyri hesar báðar er at teir hava góða kroppstyrki og teir kunnu brúkast so at siga á øllum plássum.
Tað verður spennandi at síggja um onkur av teimum ungu fer at skína fram um aðrar, og um so verður er eingin ivi at teir eisini verða ein styrkur fyri liðið, men hinvegin eiga vit heldur at taka tað sum eitt bonus.
At fleiri ungir leikarar standa á gáttini til 1.deild má ongantíð roknast sum ein sjávsagdur styrkur fyri liðið. Hetta er at leggja ov stórt trýst á ungu herðarnar. Tað umráðandi fyri ungu leikararnar at teir fáa neyðugu búðningar tíðina og tað kann verða ymiskt frá leikara til leikarar nær teir eru klárir at taka við.
Topp trí
– KÍ hevur potentiali at liggja í toppinum og møguliga hava vit ein tann besta truppin í landinum, men fyri at náa toppin krevst at vit hava eydnuna við okkum, røtt samanseting, stríðsvilji og samanhald.
– Fáa vit hesi tingini við okkum, ivist eg ikki í at vit vera ovalaga tá kappingin endar í Oktober.
– Orðsøkin til at eg meti at vit hava ein tann sterkasta hópin er at liðini sum lógu oman fyri KÍ í fjør eru viknað. HB er viknað í verju og álopspartinum við tað at tveir teir bestu málskjúttarnir, klaksvíkingarnir Heðin og Rógvi eru farnir úr felagnum. Símun Eliasen er eisini farin úr felagnum til ÍF. B36 hevur mist níggju leikarar og skal tí spæla eitt heilt nýtt lið inn eins og venjarin eisini er nýggjur og skal læra hópin at kenna.
– Skála, sum yviraskaði øll í fjør, er eftir mínum tykki ikki sterkari enn KÍ tí KÍ hópurin hevur sum sagt bert havt tilgongd av leikarum.
– Eg dugi sum sagt ikki at síggja at vit skulu standa aftanfyri nakað annað felag í løtuni og tí eri er sera bjartskygdur, og eg haldi at vit hava nógv at gleða okkum til í ár.




