Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ hevur fleiri royndir enn HB

Jákup Ósá

Bæði miðalaldurin og samlaða dystartalið í bestu deildini er hægri á KÍ liðnum enn tað er á HB liðnum, um uppstillingarnar eru áleið sum væntað sunnudagin.

Sunnudagin spæla KÍ og HB í gamla klassikaranum. Um hugt verður eftir, hvussu aldursamansetingin og royndirnar eru á báðum liðunum

Niðanfyri eru uppstillingarnar settar upp soleiðis, sum tær kunnu hugsast at fara at vera. Hjá HB hevur Alex dos Santos leikbann og har er uppplagt, at Pál M. Joensen tekur plássið. Somuleiðis er upplagt, at Sørmundur Kalsø tekur plássið hjá leikbannaða Ísak Simonsen hjá KÍ. Afturat hesum kann hugsast, at bæði liðini gera eina broyting afturat. Hjá HB, sum tapti steypafinaluna, er neyvan ósannlíkt, at Kristin R. Mouritsen kemur inn aftur í uppstillingina og so verður tað helst Poul Ingason, sum ríkur út. Hjá KÍ var ein útskifting í hálvleikinum seinasta dyst, tá Heðin Klakstein kom inn fyri Tórur Justesen. Tað er ikki ósannlíkt, at Heðin byrjar hesaferð. Men hetta eru bert gitingar, har hvørki venjingar ella nakrar aðrar upplýsingar eru brúktar sum nakað grundarlag. Men neyvan verður talan um meir enn eina broyting frá niðanfyri settu uppstillingum.


KÍ:

Málverji: Meinhardt Joensen, 34 ár, 270 dystir í Effodeildini

Høgri bakkur: Jóhan Jacobsen, 22 ár, 60 dystir í Effodeildini

Miðverji: Sørmundur Kalsø, 22 ár, 95 dystir í Effodeildini

Miðverji: Jonas Flindt Rasmussen, 25 ár, 64 dystir í Effodeildini

Vinstri bakkur: Heðin á Lakjuni, 36 ár, 398 dystir í Effodeildini

Sentralur miðvallari: Ivan Joensen, 22 ár, 81 dystir í Effodeildini

Sentralur miðvallari: Ndende Adama Gueye, 31 ár, 173 dystir í Effodeildini

Høgri vongur: Álvur Christiansen, 25 ár, 110 dystir í Effodeildini

Álopskendur miðvallari: Hjalgrím Elttør, 31 ár, 327 dystir í Effodeildini

Vinstri vongur: Heðin Klakstein, 22 ár, 55 dystir í í Effodeildini

Álopsleikari: Páll A. Klettskarð, 24 ár, 109 dystir í Effodeildini

HB:

Málverji: Teitur M. Gestsson, 22 ár, 83 dystir í Effodeildini

Høgri bakkur: Jógvan Rói Davidsen, 22 ár, 70 dystir í Effodeildini

Miðverji: Rógvi Holm, 24 ár, 99 dystir í Effodeildini

Miðverji: Jóhan T. Davidsen, 26 ár, 183 dystir í Effodeildini

Vinstri bakkur: Pál M. Joensen, 22 ár, 84 dystir í Effodeildini

Sentralur miðvallari: Fróði Benjaminsen, 36 ár, 380 dystir í Effodeildini

Sentralur miðvallari: Heini Vatnsdal, 22 ár, 86 dystir í Effodeildini

Høgri vongur: Levi Hanssen, 26 ár, 232 dystir í Effodeildini

Álopskendur miðvallari: Jóan Símun Edmundsson, 23 ár, 62 dystir í Effodeildini

Vinstri vongur: Kristin R. Mouritsen, 23 ár, 92 dystir í Effodeildini

Álopsleikari: Andrew av Fløtum, 35 ár, 271 dystir í Effodeildini

Miðalaldur á uppstillingini

KÍ: 26,73 ár

HB: 25,55 ár

Dystir í Effodeidlini:

KÍ: 1742 dystir

HB: 1642 dystir

Kelda: FaroeSoccer

Harleyfacadeacryl