Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur ikki tapt í 32 landskappingardystum

Jákup Ósá

Vit skulu aftur til 14. umfar 23. juni 2024 fyri at finna seinasta tapið hjá KÍ í landskappingini.

Síðani tá eru 32 landskappingardystir spældir uttan, at KÍ hevur tapt nakran dyst. 29 eru vunnir, meðan tríggir eru endaðir við javnleiki. Tveir móti HB í ár og ein móti B36 í fjør.

Sama tíðarskeið hevur KÍ heldur ikki tapt nakran altjóða dyst í Føroyum (men fýra uttanlands) ella nakran dyst í kappingini um løgmanssteypið. Á føroyskari jørð gevur tað 43 dystir á rað uttan tap. KÍ hevur eisini skorað allar hesar dystir fram til sunnudagin móti HB, tá KÍ á fyrsta sinni hesar 43 dystirnar í Føroyar fór av vølli uttan at skora mál.