Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ hevur lítla virðing fyri okkum áskoðarum

Oliver Joensen

Ikki kann annað sigast enn at tað kom sum ein bumba sunndudagin, tá speakarin í hátalatanum lýsti at ikki er loyvt at roykja við vøllin á Djúpumýru.

Alt gott um forboð og stremban um eitt roykfrítt samfelag. Men eg haldi at KÍ kann ikki bjóða áskoðarum eina slíka viðferð.
Tað er í lagi at vit kjakast um roykjast skal við vøllin. Men tá grundgevingar verða brúktar, sum als einki hald er í, tá er mær ovboðið. Sjálvur havi eg staði á odda fyri einum liði, í útivið 12 ár, sum hevur hittst hvønn sunnumorgun til heimadystirnar hjá KÍ at rudda. Eg stóð við eini sigarett í hondini tá bráðliga var lýst í hátalarunum, at nú var ikki loyvt at roykja á stadion í Djúpumýrum og orsøkin var eisini lýst. Trúpulleikar vóru við sigarettstubbum.
Eg kundi ikki annað enn ógvast við, tí øll árini eg havi møtt sunnumorgun, hava sigarettstubbarnir als ikki verið nakar trupulleiki. Størstu trupulleikarnir vit hava havt við ruddingini eru brotnar glasfløskur, harnæst pylsupappír, drekkibikør, brotnar plastfløskur og eingangsservisa, síðani hava vit verið út fyri at onkur hevur brent bál á vøllinum.
Eg haldi ikki at KÍ arbeiðir seriøst, tá vit sum rudda við vøllin sunnumorgnar og ganga pelenuna runt og heinta smáting upp, ikki vera eftirspurdir og at hinvegin bert verður lýst við at trupulleikar eru við at sigarettirnar brenna vøllin. Spyr okkum, so fáa tit svar upp á tiltalu.
Møguliga er tað "in"at seta forboð. Men eg skilji ikki tá hetta verður gjørt uttan at baklandið fyrst verður kannað og síðani átti forboðið at verið lýst í góðari tíð, soleiðis at vit roykjarar, áðrenn dyst vitstu at ikki var loyvt at roykja við vøllin.
Eftir mínum tykki vísti KÍ alt ov lítla virðing fyri okkum áskoðarum.

Oliver Joensen