Men 1.deild hjá KÍ fekk munagóðan styrk á seinasta degnum áðrenn flytingarvindeygað lat aftur.
Ongar nevniverdar broytingar vóru í KÍ hópinum seinasta dagin áðrenn flytingarvindeygað lat aftur.
Tað hevur verið friðarligt kring KÍ í summar, meðan flytingarvindeygað hevur verið opið. Og tað vísti seg eisini at vera tekin um, at ongar broytingar blivu gjørdar. Vit frætta tó, at klaksvíkingurin Jósup Henriksen, sum býr uttanlands, hevur flutt spæliloyvið til KÍ. Helst verður hann at síggja á 1.deildarliðnum, har hann í fjør skoraði 5 mál í 6 dystum, tá hann var heima í summarfrí. 1.deild hjá KÍ liggur næstaftast og stríðist um at sleppa undan niðurflyting.
Mynd: Danial Viðoy




