Stjórin í Atlantic Airways býr til dagligt í Klaksvík og hevur fylgt KÍ væl í ár og heldur, at liðið er væl fyri at fáa eitt gott úrslit. Men at vænta nakað føroyameistaraheitið til KÍ longu nú torir hon ikki, tí sum hon sigur, so kann tað venda ógvuliga skjótt í fótbólti. Jóhanna á Bergi er gestur í FSF varpinum hesaferð.




