KÍ-hópurin fór í dag úr Føroyum.
Talan er um eina heldur longri ferð. Hópurin steðgar í Keypmannahavn í kvøld, men so heldur ferðin fram tíðliga í morgin, har tvær flogferðir og ein koyrirtúrur eru á skránni áðrenn hópurin kemur til Tiraspol tíðliga seinnapartin. Í annaðkvøld er dystardag-1 venjing á leikvøllinum, har dysturin verður hóskvøldið kl. 18.00.


