KÍ-hópurin fór fyri løtu síðani úr Føroyum til seinna dystin í Europa League.
KÍ-hópurin hevur sett kós móti Keypmannahavn í kvøld, har gist verður í nátt. Í morgin gongur leiðin víðari til San Marino. Í morgin fer eisini ein annar partur av ferðalagnum úr Føroyum, sum telir hjálparfólk. KÍ hevur eitt sera gott útgangsstøðið við 5-1 sigri í heimadystinum móti Tre Fiori úr San Marino. Men arbeiðið skal gerast liðugt og so seint sum farna ár í Champions League sóu vit fleiri ferðir, at nógv kundi broytast í seinna dystinum, hóast greiðan málmun í fyrra dystinum.
Myndin er tikin á Vága Floghavn beint áðrenn KÍ-hópurin fór umborð á flogfarið hjá Atlantsflog.


