Í kvøld hevur ein leikari afturat gjørt sáttmála við KÍ.
Í kvøld hevur ein leikari afturat gjørt sáttmála við KÍ.
KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt ein sáttmála afturat. Talan er um 32 ára gamla Hjalgrím Elttør. Hann hevur gjørt sáttmála fyri 2016. Hjalgrím er millum royndastu leikararnar í Føroyum. Hann verður sostatt 14. leikarin við sáttmála hjá KÍ í 2016. Av hesum 14 eru 12 lokalir. Av teimum lokalu, ið spældu meir enn 90 minuttir í ár, so er bara ivamál um Atla Danielsen nú. Heðin á Lakjuni er givin og Henry Heinesen er farin til ÍF. Annars halda allir teir lokalu, ið spældu meir enn 90 minuttir, fram í KÍ.
14-mans hópurin hjá KÍ í løtuni er hesin:
Kristian Joensen
Meinhardt Joensen
Sørmundur Kalsø
Jonas F. Rasmussen
David Langaard
Ísak Simonsen
Tórur Justesen
Jákup B. Andreasen
Hjalgrím Elttør
Niels Pauli Danielsen
Jóannes Bjartalíð
Heðin Klakstein
Jóannes Danielsen
Páll A. Klettskarð
KÍ sigur soleiðis í tíðindaskrivi:
Hjalgrím heldur fram í KÍ
Miðvallarin hevur í kvøld gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár.
Ljóshærdi garðamaðurin trívist eftir øllum at døma sera væl í bláa búnanum. Seinastu tvær ferðirnar, tá hann hevur longt sáttmálan við KÍ, hevur tað verið í endanum av november, men hesaferð varð alt leyst og liðugt sama mánað sum landskappingin endaði.
Fjepparar kunnu tískil nú fegnast yvir at síggja mannin við 10-talinum á rygginum komandi kappingarár eisini. Hjalgrím er ein rutineraður leikari. Hann hevur leikt 354 dystir í fremstu mansdeildini og skorað 98 mál.
– Orsøkin til, at eg longdi við KÍ er greið. – Tað er mítt felag og tað er ein stoltleiki at leika í KÍ troyggjuni. KÍ hevur verið ein stórur partur av míni fótbóltsleið og tað er altíð stórt at umboða størsta felag í landinum, sigur Hjalgrím Elttør.
– Hjalgrím er ein týðandi leikari fyri okkum og ein mentanarberi á liðinum. Eg vænti at Hjalgrím fær eitt gott kappingarár og havi merkt hansara svongd og eldhuga, sigur formaður felagsins Tummas Lervig.
Klaksvíkar Ítróttarfelag ynskir Hjalgrími til lukku við sáttmálanum.




