Tað hevur verið eitt ivamál í seinastuni, um Kaj Ennigarð fór at halda fram í KÍ, har hann var millum teir frægu í fjør, men nú er tað greitt: Kaj og GÍ/LÍF hava skrivað undir sáttmála.
Tað tódnar í KÍ-hópinum í løtuni, har higartil nakrir leikarar eru farnir aðrar vegir. Tó so at onkrir eisini eru komnir afturat, men ikki so nógvir, sum eru farnir.
Tað var tí ikki beinleiðis væntandi, at KÍ fór at lata Kaj Ennigarð fara, men nú er tað so greitt, at GÍ, sum nú hevur lagt saman við LÍF, hevur fingið stinna verjuleikaran aftur í sín hóp.
Talan er um styrk, tí Kaj var millum teir heilt frægu hjá KÍ í fjør, til hann var óheppin at fáa ein skaða í dysti ímóti júst GÍ í Gøtu.
Norðlýsið ynskir GÍ/LÍF og Kaj Ennigarð tillukku og bestu eydnu víðari.




