KÍ er fyri fyrstu ferð í fleiri ár í finaluni í Klaksvíkskappingini.
KÍ liðið er sett til dystin móti ÍF, sum byrjar kl. 15.30.
KÍ byrjar soleiðis: Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende Adama Guyé, Jóhan Jacobsen – Álvur Christiansen, Hjalgrím Elttør, Heðin Klakstein
ÍF byrjar soleiðis: Hallgrím Gregersen – Leivur Joensen, Poul N. Mikkelsen, Bartal Eliasen, Fritleif í Lambanum – Karl Løkin, Bogi R. Petersen, Kristoffur Jakobsen – Dánjal á Lakjuni, Clayton Soares, Nenad Saric
10 min.: 0-0 framvegis. KÍ hevur bóltin meira og hava havt tvær vandamiklar royndir, har tann eina var eftir hornaspark. ÍF hevur havt eina langskots roynd. Hjalgrím liggur sum einsamallur álopsleikari, meðan Jóhan Jacobsen liggur beint aftanfyri.
20 min.: Besta álopið í dystinum kom, tá Clayton hegnisliga kom ígjøgnum og spældi inn fyri til Kristoffur Jakobsen, sum skallaði viðsíðuna av. Nú gongur javnt á.
25 min.: Framúr bjarging frá Hallgrím Gregersen, tá Jonas skallaði eitt frísparks innlegg móti málinum. Framvegis 0-0.
28 min.: Størri møguleika fær ein ikki enn tann hjá Clayton nú. Sørmundur Kalsø missir bólt, tá hann skal avlevera aftur til málverjan. Kristoffur kemur ímillum og spælir til Clayton. Men inni á málstrikuni fær Jonas við glíðandi takling vart fyri soleiðis at bólturin ikki fór í málið. Stórur feilur frá Sørmund og illa skotið av Clayton.
37 min.: Hjalgrím Elttør við stórum møguleika, men við vinstra beini skeyt hann viðsíðuna av. Tað kundi lættliga staðið 2-2 ístaðin fyri 0-0.
Hálvleikur: 0-0
Einki mál er komið í fyrra hálvleiki. Spælið er ikki tað besta og tað gongur seg fyri tað mesta fyri seg á miðvøllinum. Tað gongur javnt á, men kanska hevur KÍ munin, meðan ÍF hevur havt størsta møguleikan.
1-0 til KÍ. Hjalgrím Elttør og Ndende spæla seg ígjøgnum. Hjalgrím tekur eitt gott trekk og setur bóltin í málið við vinstra beininum. Fyrsti veruligi KÍ møguleikin í seinna hálvleik.
77 min.: Framvegis 1-0 til KÍ. Fyri løtu síðani hevði Hjalgrím skot á stongina. Nú hevur KÍ havt yvirtakið eina løtu.
79 min.: Framúr bjarging frá Meinhardt eftir at Ari og Clayton spældu seg ígjøgnum. Ari skeyt væl, men KÍ málverjin bjargaði út til horna.
Liðugt: KÍ vann uppá brotsparkskapping
Beint fyri leiklok javnaði Leivur Joensen við frísparki. Uppá brotsparkskappingina skoraðu allir uttan Karl Løkin. Meinhardt Joensen, sum spældi ein góðan dyst, skoraði avgerandi málið. Sum heild var talan um ein javnan dyst, har 1-1 úrslitið ikki var av leið. Bæði liðini høvdu fleiri stórar møguleikar. Hjá KÍ var gleðiligt at síggja, at Páll A. Klettskarð var aftur á vøllinum og tá hann kom inn, bleiv KÍ spælið meira vandamikið. Men tað sást væl, at vit eru í februar, tí spælið var ikki av tí besta.




