Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ í hálvfinaluni annað árið á rað

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

(Dystarfrásøgn) KÍ var betra liðið og vann uppibornan 2-0 sigur í Fuglafirði skírisdag.

KÍ byrjaði í eini at síggja til 4-4-1-1 leikskipan, har Hørður Askham spældi sum vinstri bakkur. Dion Splidt var á høgra vongi og kom inn á liðið fyri Atla Danielsen.

Hetta skuldi vísa seg at blíva ein dystur, har deyðbóltsstøðurnar blivu avgerandi. Tá 11 minuttir vóru leiktir kom KÍ á odda 1-0. Dions Splidt sendi gott hornaspark innfyri, har Ahmed Mujdragic eins og í fjør skoraði sítt fyrsta mál hetta kappingarárið. KÍ stýrdi tí mesta í fyrra hálvleiki, men nakrar ferðir var Dánjal á Lakjuni vandamikil tó uttan at raka málið. Beint áðrenn hálvleik fekk KÍ brotsspark, tá ÍF leikari brúkti armin. Jóannes Bjartalíð var tryggur og so var 2-0.

Í seinna hálvleiki var talan um javnan dyst, har KÍ sá út til at hava rímiliga gott tamarhald á tí. Spælið var sjáldan serliga flótandi hjá hvørgan av liðunum. Onkrir góðir mál møguleikar komu. Einu ferðina skallaði Bogi R. Petersen beint viðsíðunar av og stutt fyri leiklok skeyt Semir Hadzibulic á stongina.

2-0 var endaliga úrslitið. Tað merkir, at KÍ er í hálvfinaluni annað árið á rað. Norðoyingar kunnu síggja fram til tvey brak í mai mánaða, tí nú eru bara fýra lið eftir í kappingini og tað eru fýra lið, ið øll eru mett at kunna koma langt í ár. Hjá KÍ er tað fyrst og fremst gott verjuspæl, ið leggur grundarlagið undir góðum úrslitum fyri tíðina. Enn situr álopsspælið ikki sum tað skal, men vit eru framvegis tíðliga í kappingini, so tað er ikki óvanligt, at lið hava trupult við at fáa spælið at hanga saman fyri tíðina.  

Harleywoodpaint