Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ í Molde

Oliver Joensen

Alt stendur væl til, nú KÍ fyrireikar seg til UEFA Cup dystin í annaðkvøld

Týskdøldið kom KÍ ferðalagið í øllum góðum til Molde. Í dag fyrireika spælararnir seg til dystin í annaðkvøld klokkan 18 føroyska tíð. Fyrrapartin kl. 10.30 eru teir til venjingar, og í kvøld skulu teir venja á stásiliga stadion. KÍ ferðalagið býr bara tríggjar minuttir frá stadion, og áskoðararnir, sum eru umleið 30 í tali, búgva hinumeegin stadion – eisini bara tríggjar minuttir frá. Veðrið í Molde er gott føroyskt summarveður. Eingin sól og 18 hitastig.
Norðlýsið fer at fylgja dystinum. Alt stendur væl til hjá øllum og øll senda heilsur heim.