Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kí í tunnilshýri

John William Joensen

Í dag hava 27 dystir verið á Djúpumýru og byrjað var kl. 8:30 í morgun og í skrivandi stund leika ungdómar framvegis á Injector Arena

Nógv fólk úr øllum landinum hevur verið á plenini í Klaksvík í dag og í skrivandi stund eru ikki allir dystirnir lidnir.

Umleið 300 leikarar og venjarar pluss foreldur (kanska 100 stk.) hava verið í Klaksvík í dag – og spælt fótbólt. Harumframt eru vaksin sum døma allar dystirnar (dómarar og linjuverjar) og í høllini høvdu foreldur baka kakur og smurt breyð til tey vitjandi.

Landskappingin í yngru deildunum er nú veruliga farin í gongd og hvørt vikuskifti komandi mánaðarnar verða dystir hvørt vikuskiftið.

Nøkur úrslit úr Klaksvík í morgun:

Smápiltar
B36c – EB/Str 0-8
KÍd – B68 c 1-4
EB/Str – KÍd 6-0
B68c – B36c 9-0
KÍd – B36c 4-1
B68c – EB/Str 1-4

Gentur 10 – 12 ár
KÍa – NSÍ 8-0
AB – MB 0-4
KÍa – AB 2-0
NSÍ – MB 0-4
AB – NSÍ 1-0
MB – KÍa 1-3

Smágentur 10 – 12 ár
Víkingur b – EB/Str 1-0
KÍb – Víkingur B 2-0
EB/Str – KÍ b 0-3

Piltar
HBb – ÍF 1-2
TBa – ÍF 0-4
KÍa – Tba 6-0
KÍa – HBb 1-0

Smádreingir
KÍb – HBc 13-0

Smágentur 12-14 ár
Víkingur a – Hba
KÍb – Skála

Gentur 14-17 ár
KÍ – Víkingur