Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-ÍF: 2-2

Jákup Ósá

 Líkindini eru eisini frálík í dag, nú plássini í Klaksvíkskappingini skulu avgerast. 

Í dag er vert at leggja til merkis, at landsliðsleikararnir eru við aftur, nú teir eru komnir aftur úr Thailandi. Bæði Páll A. Klettskarð og Høgni Madsen byrja inni.

Hjá KÍ byrja hesir: Gunnar á Steig – Jóhan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Ivan Joensen – Álvur Christiansen, Hjalgrím Elttør, Ísak Simonsen – Páll A. Klettskarð

Hjá ÍF byrja hesir: Hallgrím Gregersen – Poul N. Mikkelsen, Bogi Reinert Petersen, Høgni Zachariassen, Leivur Joensen – Ari Ellingsgaard, Nenad Saric, Høgni Madsen, Hanus Thorleifsson – Øssur Dalbúð, Clayton Soares.

25 min.: 1-0 til KÍ. Páll Klettskarð legði KÍ á odda eftir innlegg frá Heðin á Lakjuni.

31 min.: Dysturin hevur verið javnur og Gunnar á Steig hevði eina framúr bjarging einu ferðina, tá Hanus Thorleifsson fekk gott skot á.

40 min.: 2-0 til KÍ. Sama uppskrift. Gott innlegg frá Heðin á Lakjuni. Páll Klettskarð skallar, men Halgrím hálvbjargaði. Páll fylgdi upp og so er 2-0.

42 min.: 2-1 nú. ÍF fekk minkað um munin beint fyri hálvleik. Clayton Soares fekk bóltin inni í feltinum og tá er hann ringur at dekka. Hann snaraði framvið tveimum leikarum, áðrenn hann spældi Øssur Dalbúð púra leysan og hann var tryggur.

Hálvleikur:

Bæði liðini spældu seg til stórar møguleikar. Hanus Thorleifsson fekk í tveimum førum góð skot á. Einu ferðina bjargaði Gunnar á Steig og einu ferðina bjargaði Jóhan Jacobsen á strikuni. Hjalgrím Elttør fekk eisini stóran møguleika, men púra einsamallur við ÍF málverjanum skeyt hann viðsíðuna av málinum. Sum heild er álopsspælið hjá KÍ nógv betri enn í gjár og verjuparturin tykist betri eisini.

51 min.: Meinhardt Joensen er komin inn fyri Gunnar á Steig. Hjá ÍF er Rudolf Eliasen og Jákup Johansen komnir inn fyri Hanus Thorleifsson og Nenad Saric.

65 min.: Framvegis 2-1, men ÍF hevur tikið yvir í spælinum. Størsta møguleikan hevur tó KÍ havt, tá Páll gjørdist leysur, men úr heldur spískum skeyt hann uppum.

75 min.: Einki mál er komið í seinna hálvleiki, men bæði Páll Klettskarð og innskifti Helgi Samson hava havt góðar royndir. Dysturin hevur javnað seg aftur. Bæði liðini hava gjørt fleiri útskiftingar.

87 min.: ÍF hevur javnað við brotssparki. Gunnar Christiansen feldi Aleksander Jovevic og brotssparki setti Høgni Madsen trygt í netið.

Liðugt: Dysturin endaði 2-2. Nú verður brotssparkskapping um, hvør skal hava 3.plássið í Klaksvíkskappingini. Sum heild ein javnur dystur, har KÍ hevði góðar løtur í fyrra hálvleiki og uppstillingin tóktist spennandi. ÍF vísti eisini styrki í løtum og ÍF liðið tykist betri enn tey flestu kanska høvdu væntað.

KÍ vann brotssparkskappingina. Henry Heinesen, Atli Danielsen, Páll Klettskarð og Ísak Simonsen skoraðu allir fyri KÍ, meðan Høgni Madsen og Margeir Toftegaard brendu hjá ÍF.