Hagtøl um Klaksvíkskappingina: Vit hava hugt eftir, hvørjir vinnararnir hava verið í Klaksvíkskappingini seinastu árini. Tað eru 8 ár síðani, at vertirnir hava vunnið. Siðvenjan seinastu árini hevur verið, at HB og EB/Streymur hava staðið seg best í Klaksvíkskappingini. Í ár verður EB/Streymur ikki við, nú teir endaðu nummar 5 í fjør.
Gamlir vinnarar
2013: HB (EB/Streymur nr. 2)
2012: B36 (EB/Streymur nr. 2)
2011: EB/Streymur (HB nr. 2)
2010: B68 (ÍF nr. 2, men her luttóku ikki tey bestu liðini frá árinum frammanundan skal sigast)
2009: HB
2008: EB/Streymur (KÍ nr. 2)
2007: HB (EB/Streymur nr. 2)
2006: KÍ (B36 nr. 2)
2005: KÍ (B36 nr. 2)
Leygardagin hevur Norðlýsið beinleiðis dagføringar frá báðum dystunum í Klaksvík eins og í fjør.




