Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ kann nærum avgera meistaraheitið

Jákup Ósá

Men vinnur Víkingur, so kemur av álvara spenningur í meistarastríðið.

Sunnudagin verður toppdystur í Norðragøtu millum tey bæði klárt bestu liðini higartil í ár. KÍ er seks stig frammanfyri Víking. KÍ hevur vunnið allar dystirnar, meðan Víkingur tapti ein javnan toppdyst móti KÍ umframt ein dyst móti EB/Streymi, har tað var stong út hjá Víkingum.

Hyggja vit eftir stigatalvuni, so hevur dysturin hesaferð avgerandi týdning, hvørs spenningur skal blíva um føroyameistaraheitið í ár. Vinnur KÍ dystin, so verða níggju stig á muni, har liðini bara hava ein innanhýsis dyst eftir, og tá er meistaraheitið næstan heima hjá KÍ undir vanligum umstøðum. Men vinnur Víkingur, so blíva bara trý stig á muni millum liðini, og tá er alt púra opið. KÍ hevur sum útgangsstøðið fleiri altjóða dystir í summar enn Víkingur, og tað kann blíva ein fyrimunur fyri Víking, sum tá ikki skal verða ov langt aftanfyri KÍ. Ein javnleikur ger, at tað framhaldandi verða seks stig á muni. Tann støðan verður framvegis sera góð fyri KÍ, sum eisini hevur eina væl betri málúrtøku enn Víkingur, so tá skulu minst trý umfør til hjá Víkingi at fáa KÍ aftur. Ein javnleikur er sostatt eitt úrslit, sum KÍ nógv betri kann liva við.

Lagt er upp til ein spennandi dyst, tí hóast vøllurin í Sarpugerði er ein av útivøllunum í Føroyum, har KÍ síðstu árini hevur trivist best og KÍ bara hevur tapt ein dyst av síðstu 24 í lands og steypakapping móti Víkingi, so vísti Víkingur í Klaksvík fyri fáum vikum síðani, at Víkingar kunnu spæla upp móti KÍ. Tann dysturin var javnur og koppaðu marginalarnir øðrvísi, so kundi Víkingur tað sama fingið eitt ella trý stig. Tað er einasti dystur í ár, har KÍ hevur fingið stóra mótstøðu bæði í úrsliti og tí leikliga. Síðani tann dystin hava bæði liðini vunnið sínar tríggjar dystir tilsamans 11-0, so tey er sera væl fyri til hendan dystin.

 

Toppdysturin í Norðragøtu sunnudagin byrjar kl. 15.00.