1.deildarliðið hjá KÍ spælir ídag á heimavølli móti TB/FC Suðuroy/Royn.
KÍ vann við sigri mánakvøldið íRunavík seg uppá 2.plássið í næstbestu deildini. Í dag vitjareitt av liðunum, sum eisini hevur staðið seg væl higartil. TB/FCSuðuroy/Royn hevur í næstbestu deildini fingið 10 stig fyri 6dystir og fer sostatt framum KÍ, um tað eydnast at vinna dagsinsdyst, tí KÍ hevur 12 stig. AB vann seg í gjár framum KÍ uppábetri málmun, men KÍ hevur ein dyst færri og kann tí taka 2.plássið aftur í dag.
Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 15.00,og dómari verður Bjarki Danielsen.




